Bilboksikapping á Viðareiði

Fyri fyrstu ferð verður bilboksikapping í Føroyum. Hetta verður á økinum eystan fyri Hotel Norð á Viðareiði fríggjadagin.

Ein bilboksikapping er tað, at gamlir og skrottaðir bilar uttan nummarspjøldur sleppa at dystast á einum avmarkaðum øki. Bilarnir koma at krasja hvønn annan, til annar teirra ikki kann koyra meira.

Tveir bilar dystast í senn, og tann sum vinnur kemur ?víðari?. Tó skulu bilførararnir halda ávísar treytir.

Luttakararnir skulu hava sín egna ?skramlikassa? og hjálm við.

Onkur serligur bilur verður eisini vístur fram.

Tilmelding til kappingina fer fram á tlf. 451244 og 217020.