Bilblað í Sosialinum mikudagin

Mikudagin 6. oktober verður eitt stórt bilblað sum inlegg í Sosialinum.

Í blaðnum er m.a. samrøða við 94 ára gamla Jógvan Gerðalíð, ið er elsti klaksvíkingur sum hevur koyrikort og framvegis koyrir bil. Eisini er samrøða við ungan mann av Skálafjørðinum, sum lærir til bilmekanikara í Klaksvík.


Annars eru ymiskar frásagnir frá bilfrontinum sum t.d. at gentur dáma væl sterkar litir á bilum, søgan um ein norðmann sum ætlaði at bakka 30 kilometrar til hús, um pør sum klandrast um koyriveg og ferð í bilin, og um at nýggjar billyktir blenda ikki. Eisini er ymiskt nýtt frá bilshowinum í Paris, og um at føroyingar keypa fleiri bilar.


Vitjað verður eisini á onkrum bilverkstaði. Eisini verður tilfar um lakkering av bilum við vatnbaseraðum lakki.