Besta avlopið síðani 2007 og avlop hjá øllum fimm hvøuðseigarum av føroysku bilasølunum. Tað er úrslitið fyri 2014.
Tað gongur væl hjá teimum føroysku bilasølunum, hetta kann staðfestast, nú allir roknskapirnir fyri 2014 hjá bilasølunum eru tøkir.
Í Vinnuni í Sosialinum um vikuskiftið er 12 síður stórt tema um bilasølur, har roknskapirnir hjá øllum bilasølum í Føroyum verða greinaðir.
Har verður víst á, at tað fyrr vóru fleiri bilasølur, enn tað eru í dag, nú talið av føroyskum bilasølum er komið niður á átta. Av hesum átta bilasølunum eru bert tvær, ið standa einsamallar, meðan hinar seks eru saman við einari aðrari bilasølu, og hava somu høvuðseigarar.
Sostatt er í veruleikanum talan um fimm høvuðseigarar av teimum átta føroysku bilasølunum.
Waag & Co og Berg Motors eru undir hvør sínum eigara, meðan Reyni–Service og Auto Service eru dóttirfeløg hjá sama eigara, Wenzel P/f og Bilasølan P/f hava sama høvuðseigara, og Norðbil og Nordcar hava sama høvuðseigara.
At tað er gongd í bilasøluni í løtuni sæst eisini aftur hjá teimum fimm høvuðseigarunum av føroysku bilasølunum. Avlopið áðrenn skatt hjá øllum bilasølunum gjørdist í 2014 23 milljónir krónur samanlagt, og øll bilasamtøkini høvdu eitt positivt úrslit áðrenn skatt í 2014.
Samlaða úrslitið áðrenn skatt var í 2014 15 prosent betri enn árið frammanundan í 2013, tá úrslitið var 20 milljónir krónur áðrenn skatt.
Eisini verður staðfest, at føroysku bilasølurnar hava havt ein upptúr í avlopinum seinastu fimm árini, har avlopið er vorið betri ár undan ári.