Bilasølan vaksin við einum triðingi

Alsamt fleiri bilar verða seldir í Føroyum - og higartil í ár eru 271 fleiri bilar seldir í mun til somu tíð í fjør

Tað verða framvegis seldir alsamt fleiri bilar í Føroyum. Higartil í ár eru serldir 1.092 persónbilar í mun til 821 sama tíðarskeið í fjør. Tað er ein framgongd upp á 271 bilar ella 33 prosent.

 

Samlaða talið av seldum akførum var 1.449 fyrstu níggju mánaðirnar í ár í mun til 1.122 akfør sama tíðarskeið í fjør. Tað er ein framgongd upp á 29,14 prosent. Seldu akførini eru tá umframt bilar av ymsum slag alt frá pylsuvognum til brandbilar.

 

Yvirlitið kann lesast á listanum, sum kann heintast niðanfyri.