Í 2013 vóru seldir 26 prosent fleiri persónbilar enn árið fyri. Vøksturin í søluni av persónbilum stendur við og veksur, eins og hann hevur gjørt seinastu fimm árini.
Bilasølan minkaði nógv í 2009, tá hon nær um fór niður í eina helvt – ítøkiliga minkaði samlaða bilasølan í 2009 í mun til 2008 við 45 prosentum. Men síðani tá hevur gingið framá.
Longu í 2010 vaks persónbilasølan við 17,9 prosentum úr 693 til 817.
Í 2011 var vøksturin í talinum av persónbilum 5,8 prosent, úr 817 til 864.
Men seinastu tvey árini hevur bilasølan rættiliga tikið dik á seg. Frá 2011 til 2012 vaks sølan av persónbilum við 28,7 prosentum úr 864 til 1112 seldar persónbilar.
Og í 2013 er framgongdin eins stór, 26,1 prosent. Persónbilasølan er farin úr 1112 bilum í 2011 til 1402 bilar í 2012.
Ár | persón-bilar | akfør tilsamans | munur øll akfør | munur persónbilar |
2013 | 1402 | 1852 | 21,3 | 26,1 |
2012 | 1112 | 1527 | 25,4 | 28,7 |
2011 | 864 | 1218 | 7,3 | 5,8 |
2010 | 817 | 1135 | 7,8 | 17,9 |
2009 | 693 | 1053 | -45,9 | -44,1 |
2008 | 1239 | 1948 |
|
|









