Bilasølan veksur annan mánaðin á rað

Næstan tvífalt so nógv nýggj akfør eru skrásett í ár, samanborið við sama tíðarskeið í fjør. 51 nýggir persónbilar vórðu skrásettir í februar mun til 15 akfør februar í fjør. Tað vísa feskastu tølini frá Akstovuni.

Í februar mánaði vórðu tilsamans 66 nýggj akfør skrásett í Føroyum. Hetta er 32 akfør meira enn í februar mánaði í fjør.

Báðar teir farnu mánaðirnar í ár eru skrásett tilsamans 145 akfør skrásett, samanborið við 80 akfør í fjør. Hetta er ein vøkstur upp á 81 prosent.

Men hóast stór framstig í søluni av nýggjum persónbilum, er talan langt frá um somu tøl sum í 2008. Tá vórðu 113 nýggir persónbilar skrásettir bara í januar mánaði. Í januar og februar í ár eru skrásettir 109 nýggir persónbilar.

Sølan av vøruvognum eisini enn sera lág. Í januar og februar mánaði eru tilsamans 12 nýggir vøruvognar skrásettir, meðan talið í bara januar mánaði 2008 var 26 vørubilar og í januar í 2009 var 4 vørubilar.