Bilasølan minkar framvegis

Nýggjastu tølini frá Bileftirlitinum vísa, at bilasølan í landinum framvegis er minkandi. Samlaða sølan av nýggjum persónbilum fyrra hálvár 2003 er næstan hálvtannaðhundrað bilar færri enn sama tíðarskeið í fjør

Samlaða sølan av nýggjum akførum í Føroyum fyrra hálvár 2003 er uml.15 prosent minni en sama tíðarskeið í fjør. Sølan av persónbilum er minkað við uml. 17 prosentum og útskiftingin av hýruvognum er eisini minkað, í ár eru seldir níggju hýruvognar ímóti sekstan í fjør. Seinasta mánað hildu vit, at ein orsøk til minkandi søluna kundi vera verkfallið, ið vardi umleið ein mánað, men nú skuldi tað verið komið upp á pláss. Bilhandlarar vit hava tosað við siga, at talan er um eina náttúrliga minking, av tí at marknaðurin er við at vera mettaður og útskiftingin ikki so stór sum áður. Sølan av motorsúkklum er tvífaldað, átta motorsúkklur eru seldar í ár móti fýra í fjør.