Bilasøla við nýggjum eigarum

Ein av stóru bilasølunum í landinum, Ivan Johansen Bilar, hevur fingið nýggjar eigarar. Tað eru leiðsla og nøkur av starvsfólkunum, sum nú eiga og reka fyritøkuna, ið varð sett á stovn fyri 35 árum síðan


Tað er vorðið alt meira vanligt, at handlað verður við fyritøkum, og tær skifta eigara frá degi til annan. Ein onnur gongd er, at starvsfólk saman við leiðslu keypa fyritøkur.
 
Á eini av stóru bilasølunum í landinum, P/F Ivan Johansen Bilar, hendi tað í summar, at nøkur av starvsfólkunum saman við leiðsluni keyptu fyritøkuna og eiga og reka hana nú í felag.  
 
Ein av nýggju eigarunum, Sjúrður Johansen, sigur, at núverandi gongdin í samfelagnum førir við sær, at tað er truplari at halda upp á starvsfólk, tí kann tað verða meira hugaligt hjá starvsfólkunum, tá tey sjálvi eiga í fyritøkuni. P/F Ivan Johansen Bilar er fyrsta bilasøla, sum nýtir hesa mannagongd.
 
Teir sum eiga fyritøkuna í dag eru: Jón Johansen, Pauli Waag, Sjúrður Johansen, Kristoffur Gaardlykke og Finn Rubeksen. Jón og Sjúrður Johansen eru brøður og synir hjá Ivan Johansen, sum stovnaði fyritøkuna fyri 35 árum síðan. Jón Johansen, sum seinastu árini hevur verið stjóri í fyritøkuni, heldur fram sum stjóri. Hin bróðurin Leif Johansen, sum saman við Jón varaði av fyritøkuni, hevur selt sín part.
Ivan Johansen Bilar er ein ISO-9001 góðkend fyritøka, og setur tað stór krøv til fyritøkuna, bæði leiðslu og starvsfólk. Vit eru einasta ISO-góðkenda bilasølan í landinum, og hetta er eitt tilvitað val, fyri at hækka um tænastustøðið og dygdina sum heild, sigur Sjúrður Johansen. Certificeringin er bert galdandi eitt ár, og merkir hetta at Norsk Veritas skal kanna og døma fyritøkuna á hvørjum ári.
Ivan Johansen Bilar umboða bilmerkini: Citroën, Mitsubishi, Mercedes-Benz, Chrysler og Jeep. Í dag starvast 23 fólk í fyritøkuni.
 
Í sambandi við eigaraskiftið hava vit eina brúktbilaútsølu við sera góðum tilboðum, sigur Sjúrður Johansen, sum leggur afturat at í vikuskiftinum verður hátíðarhald í sambandi við eigaraskifti, har nógv ymiskt verður fyri bæði børn og vaksin, eisini verður okkurt yvirraskilsi. Harumframt fara teir sum nakað nýtt, at lata eina familjuferð til Danland við í keypið, tá talan er um nýggjan bil í viku 35.