Bilarnir stóðu til ampa

Bilarnir, sum fingu parkeringsbót til landsdystin mánakvødið, stóðu til ampa ella vanda, sigur løgreglan

Nógvir bilførarar fingu eina heilsan frá løgregluni í sambandi við landsdystin millum Føroyar og Portugal á Tórsvølli mánakvøldið.

57 parkeringsbøtur vórðu skrivaðar, og tað vóru fólk misnøgd við. Summi siga, at tey standa vanliga á sama staði, tá ið aðrir fótbóltsdystir eru í Gundadali.

-  Tær 57 bøturnar blivur í høvuðsheitinum skrivaðar, tí bilarnir stóðu til vanda ella til stóran ampa, sigur Andrass Marr Poulsen, varapolitiinspektørur, við Sosialin í dag.

Hann greiðir frá, at hann hevur havt samband við tey løgreglufólkini, sum vóru úti og skrivaðu bøtur, og hann hevur eisini sæð myndir av summum av teimum lógarbrotum, sum bøturnar vóru skrivaðar fyri. Og tað eru til dømis bilar, sum standa á eini gongubreyt og fullkomiliga forða fyri, at fólk fáa gingið á gongubreytini, og bilar, sum standa soleiðis parkeraðir, at ferðslan ikki fær koyrt vanligt aftur og fram.