Bilarnir kvala Beijing

Meðan bilasølan í londunum á okkara leiðum er minkað burtur í at kalla einki orsakað av búsksparkreppuni, keypa kinesarar framvegis bil sum ongantíð fyrr. Teir fyrstu seks mánaðirnar í ár vórðu 261.000 nýggir bilar skrásettir í høvuðsstaðnum Beijing. Tað svarar til 1.231 nýggjar bilar um dagin, og tað er níggju prosent fleiri enn somu mánaðir í fjør, skrivar Reuters.

Kinesiski høvuðsstaðurin er ein tann mest dálkaði stórbýurin í heiminum, og tað kemst ikki minst av tí skjótt veksandi bilatalinum. Stjórnin hevur framt fleiri tiltøk, ikki minst í sambandi við OL í fjør.