Í gjárkvøldið varð ringt til løgregluna at boðað frá einum ferðsluóhappi á Vestara Ringvegi, við krossvegin niðan á Oyggjarvegin. Løgreglan sigur, at óhappið hendi, tá ið tveir bilar komu koyrandi eftir Ringvegnum, og teir koyrdu sama veg.
Men tá ið tann fremri bilurin setir ferðina niður, ansar bilførarin aftan fyri, ikki eftir og renur upp í reyvina á honum Løgreglan sigur, at báðir bilarnir fingu so mikið stóran skaða, at teir fingu ikki koyrt, so tey máttu senda boð eftir sløkkiliðnum at fáa bilarnar burtur.
Eitt fólk, sum var í øðrum bilinum, gramdi seg um pínu í arminum og varð flutt á Landssjúkrahúsið til kanningar.
Tað verður tikið í stórum álvara, at bilførarar ikki halda seg so mikið langt aftan fyri bilin frammanfyri, at teir ikki lukkast at bremsa, skuldi tað verðið neyðugt. Revsingin er klipp í koyrikortið, men er talan um serliga vandamikla koyring, kann bilførari eisini missa koyrikortið treytað, og má sostatt taka tað av nýggjum.