Tað er ikki óvanligt, at vit síggja bilar standa til sølu fram við alfaravegi kring alt landið. Hetta er tó ikki lógligt, og løgreglan er farin undir eina roynd at steðga hesum.
Eitt av teimum støðum, har flest privatir bilar standa til sølu, er á økinum uttan fyri Skógrøkt Landsins við Hvítanesvegin. Leygardagin var løgreglan á staðnum, og í sambandi við hetta kunnu fimm bilaeigarar vænta sær bót. At átakið við at steðga hesum ger mun, hava fólk, ið dagliga ferðast eftir Hvítanesvegnum eisini lagt til merkis, tí nú standa væl færri bilar á økinum.










