Bilar einki um smákøkur mangla

- Vit skulu sissa okkum og ikki spenna bogan so høgt, at hann brestur, sigur sálarfrøðingurin Eyðun Joensen um jólahaldið

Sálarfrøðingurin Eyðun Joensen heldur, at tað snýr seg eisini um at vera tolin og fyrigeva hvørjum øðrum, sum í jólastákinum ikki hava livað upp til myndina av til dømis einum góðum hjálpsomum manni ella einari tolsamari mammu. Eisini at tola, at persónligu og familjuligu lýtini gerast meira sjónsk og tilvitað í ljósinum av jólafyrigyklanini.


- Stutt sagt at sissa seg og ikki spenna bogan so høgt, at hann brestur. Tað er høvi at hugna sær í hesi myrku vetrartíð, vera um familjuna og kanska eisini fáa eina hvíld burturav. So ger tað minni, um okkurt slag av smákøkum vanta á jólaborðinum, sigur Eyðun Joensen í Jólablaðnum hjá Sosialinum.

- Lívsvísdómur nýtist ikki bert at vera nomin via prædikur og akademisk gandaorð. Í einum øgiliga gomlum "Far til fire”-filmi er stórfamiljan setst við sera búgvið jólaborð, har altso reyðrøtur av tilvild mangla millum alt annað stás, hareftir onkur súrliga viðmerkir:"Jamen, der mangler jo rødbeder", og so er allur jólahugnin við jólaborðið spiltur og matmóðurin illa við.

- Soleiðis mugu vit ikki fara at og so als ikki á jólum. Gamaní eru krøvini til tað perfekta hørð, tó máti skal vera við, og heldur taka tað púra róliga og heldur fegnast um sjálva samveruna og at vera hvørjum øðrum nær og glað, so má so lítisvert stakkalastás sum reyrøtur eins og aðrar piparnøtur vera tað, tað er, sigur Eyðun Joensen.

Samrøðan við Eyðun Joensen kann lesast í fullum líki í Jólablaðnum hjá Sosialinum, sum er borið í hvørt hús í landinum.