Bilaframsýning í Runavík

Leygardagin 26. og sunnudagin 27. apríl var bilaframsýning í ítróttarhøllini í Runavík við 15 ymiskum bilmerkjum. Tað var svimjifelagið Flot á Toftum, sum fyri fjórðu ferð á rað, skipaði fyri hesum bilaframsýningum.

Við á framsýningini vóru hesar bilasølur: Wenzel við Ford, Norðbil við Honda Hyundai og Skoda, Nordcar við Fiat og BMW, Auto Service við Opel, Nissan, Peugeot og Saab, Reyni Service við Toyota, og VR Bilar við Volvo, Renault og Chevrolet.


Tey vitjandi høvdu høvi at velja tann vakrasta bilin á framsýningini, sum varð Ford Mustang Shelby, nr. 2 varð Honda FRV og nr. 3 varð nýggi Renault Laguna.


Fyrireikararnir siga, at umleið 700 fólk vitjaðu framsýningina.