Bikarið fleyt yvir

Tað segði Magnus Pauli Glerfoss í rættinum fríggjadagin um ákoyringarnar frá Óla Jacobsen.

Tað segði Magnus Pauli Glerfoss í rættinum fríggjadagin um ákoyringarnar frá Óla Jacobsen.

 

Hann var ikki við til at samtykkja eftirlønina til Óla Jacobsen í 2004, men hann helt, at ákoyringarnar frá fyrrverandi formanninum vóru so mikið grovar, at hann helt ikki, at Óli Jacobsen kundi varðveita eftirlønina.

 

Sakarmálið móti Arctic Viking var tað, sum fekk bikarið at flóta yvir, segði Magnus Pauli Glerfoss.

 

Eisini Andrias Berglíð, sum hevur sitið í nevndini síðani 1992, helt, at ágangurin hjá Óla Jacobsen hevði verið ov nógvur, og tí var heldur ikki hann í iva um, at eftirlønin skuli takast frá Óla Jacobsen.

 

Hann var við til at samtykkja eftirlønia í 2004, menmetti sum sagt, atágangurin frá Óla Jacobsen var vorðin so stórur, at hann nú átti at missa hana aftur, metti Andrias Berglíð.