Hans Birgir Hansen verður í næsta mánaði høvuðsleikari í nýggjari sending, sum Sjónvarp Føroyar er í holt við at framleiða.
Hans Birgir er býarmynd í Havn, men nú fáa allir føroyingar høvi at uppliva og hoyra hann. Hann fer at siga sína hugsan um lív sítt, hann fer at syngja og dansa, og hann fer at taka hyggjaran við inn í gerandisdag sín við sínum egna lítla sjónvarpskamera.
? Eri eg ikki kendur sum er, so koma fólk at kenna meg aftaná hesa sendingina, heldur Hans Birgir Hansen.
Hann hevur seinastu tíðina havt eitt lítið sjónvarpskamera hjá sær alla staðir, sum hann hevur verið, og Sjónvarpið hevur eisini gjørt nógvar upptøkur av honum.
Helt tað snúði seg um sjónvarpsgjaldið
Alt byrjaði mánadagin í næstusíðstu viku, tá Sjónvarpið ringdi til hansara.
? Tá ið ein kvinna úr Sjónvarpinum ringdi, helt eg, at tað var tí, at eg ikki hevði goldið sjónvarpsgjaldið, men soleiðis var tað ikki. Hon segði, at hon vildi sleppa at gera eina sjónvarpssending um meg, greiðir Hans Birgir frá.
Tað var Hans Birgir fúsur til beinanvegin, og síðani hevur hann lagt nógva orku í at fáa góðar upptøkur til sjónvarpið. Hann hevur havt eitt lítið kamera hjá sær, og hann hevur við hesum tikið myndir, har sum hann vanliga ferðast í høvuðsstaðnum.
Harafturat hevur Sjónvarpið eisini tikið upp av Hans Birgiri á teimum støðum, har hann brúka stóran part av síni tíð.
? Hendan sendingin skal vera livandi og undirhaldandi, og hon skal vísa ein Hans Birgir, sum tosar, syngur, dansar og undirheldur, sigur høvuðsleikarin sjálvur.
? Hetta er nakað nýtt fyri meg, og tí havi eg verið eitt sindur nervøsur og spentur, men tað skal eg vera. Upptøkurnar skulu vera so ektaðar og natúrligar sum gjørligt, sigur hann.
Sleppur at siga sína hugsan
Tað er nýggja kvinnan í Sjónvarpi Føroya, Barbara Samuelsen, sum stendur fyri hesi sendingini.
? Hetta verður ein hálvur tími um eina býarmynd í Havn. Øll í høvuðsstaðnum kenna Hans Birgir, og helst eisini nógv fólk kring landið. Tað slepst ikki undan, at nøkur fólk halda hann verða ein serskølt, men nú lata vit hann sleppa fram at í sjónvarpinum at greiða frá sínum hugsanum og tosa um lívið hjá sær, sigur Barbara Samuelsen.
? Vit fylgja honum í gerandisdegnum kring um í Havnini, har hann vanliga kemur. Hann hevur verið sera góður at samstarva við. Hann er í góðum lag og íðin eftir at fáa sum mest burturúr.
Sendingin um Hans Birgir Hansen verður hálvan tíma til longdar, og hon skal sendast í SvF seint í februar mánaði.
Hans Birgir dámar væl at syngja, og kanska fer hann nú at syngja ein væl kendan countrysang í komandi tíð.
They?re gonna put me in the movies, they´re gonna make a big star out of me... and all I gotta do is act natural.