Bigge fyllir 70 ár í dag

Kendi havnarmaðuin, Hans Birgir Hansen, vanliga nevndur »Bigge«, fyllir 70 ár í dag.

– Hans Birgir Hansen hevur í fleiri ár verið trúfastur fjeppari og trummari til dystirnar hjá AB. Hann er still going strong, hóast árini nú eru vorðin sjeyti, skrivar Argja Bóltfelag.

##med3##

AB hevði eina hugnaløtu saman við Bigga í AB-húsinum í kvøld, har allir leikararnir á Betra-liðnum og onnur komu á gátt at heiðra Bigga á føðingardegnum.

##med2##

– Vit í Argja Bóltfelag ynskja Hans Birgir hjartaliga tillukku við runda føðingardegnum!