Big Sam verður nýggjur landsliðsvenjari

Sam Allardyce verður nýggur enskur landsliðsvenjari

Tá Ongland heldur skuffandi reyk út í áttandapartsfinaluni móti Íslandi undir EM fyrr í summar, gekk ikki long tíð, áðrenn enski landsliðsvenjarin, Roy Hodgson, boðaði frá, at hann steðgaði sum venjari.

 

Ongland hevur sostatt leita eftir nýggjum landsliðsvenjara seinastu vikurnar. Men sambært SkySports er avloysarin hjá Roy Hodgson funnin.

 

Enska fótbóltsheimasíðan skrivar nevniliga at núverandi Sunderland venjarin, Sam Allardyce, fer at vera kunngjørdur sum enskur landsliðsvenjari innanfyri teir næstu 24 tímarnar.

 

61 ára gamli Sam Allardyce sum nú venur Sunderland, hevur áður vant lið sum West Ham, Blackburn, Bolton, Newcastle, Notts County og Blackpool.