Big Brother met lága undirtøku

Reality sendingin, sum brádliga kom aftur á skíggjan eftir fleiri ár í kuldanum, hevur ikki megnað at fáa fjøldina at flokkast um reality dilluna.

 

Reality sendingar eru ótrúliga nógv at síggja í sjónvarpinum í hesum døgum, men tað merkir sanniliga ikki, at allar eru eins vælumtóktar.

 

Big Brother sendingin hjá Kanal5 mátti farna sunnudag ásanna, at sendingin allarhelst aftur er ávegis út í kuldan.

 

Einans 106.000 hyggjarar vóru sunnukvøldið, og tað er tað lægsta hyggjaratalið sendingin hevur havt í 2012.

 

Sendingin byrjaði í januar, og tá vóru áleið 253.000 hyggjarar til fyrstu sendingina. Síðani er hyggjaratalið minkað fyri hvørja viku, og hesa vikuna er talið so komið niður á 106.000.

 

Miðlaserfrøðingar halda, at ein av orsøkunum kann vera, at Zulu Awards vóru á skránni sunnukvøldið um somu tíð, og hetta allarhelst er ein sending, sum danir hava stóran áhuga í.

 

Kelda. Bt.dk