Undir leiðslu av einum manni, sum í 1990 varð dømdur sekur í at hava oyðilagt próvtilfar og fyri at hava logið í Kongressini fyri at dylja eina gølu í tíðini, tá Ronald Reagan var forseti, er USA farið undir eina nútímans eftirlitsverkætlan, sum skal avdúka sannleikan um fólk, sama hvar á Jørðini tey eru stødd.
"Tú ert undir illgruna!" skrivaði William Saffire í einari grein í New York Times nú um dagarnar. Hann og onnur, sum ivast í nýggju skipanini, halda, at tann gamla framtíðarmyndin hjá George Orwell um "Stóribeiggi sær teg" í bókini "1984" er einki at rokna samanborið við ta eftirlitsskipanina, sum nú er í gerð.
- Hetta fer at gera tað møguligt hjá myndugleikunum at sneyta í øllum privatlívinum hjá fólki, uttan at teimum nýtist at biðja um loyvi til tess, og uttan at teimum nýtist at hava tann minsta illgruna um, at viðkomandi fæst við nakað ólógligt, sigur American Civil Liberties Union í einari kunngerð.
Tann hátøkniliga jagstranin eftir yvirgangsmonnum skal í framtíðini gerast við at útvega og samkoyra milliardir av smáum kunningarbitum úr databankum og við at hava eftirlit við tí elektroniska samskiftinum. Hetta letur seg gera, tí í báðum førum ber til at síggja okkara fótaspor.
Heimsumfatandi
Amerikanska verjumálaráðið, Pentagon, hevur ikki gjørt eina einastu roynd at dylja, at tann komandi skipanin umfatar allan heimin. Tá skrivarin í Pentagon, Edward Aldridge, herfyri varð spurdur, um USA ætlar at útvega sær atgongd til databankarnar í øðrum londum, svaraði hann alt fyri eitt játtandi. Hann legði tó afturat, at upplýsingar verða ikki savnaðar og viðgjørdar, uttan at neyðug loyvi eru fingin til vega fyrst.
Men tey atfinningarsomu eru ikki sannførd, minni enn so. Tey hava mælt politikarunum til at steðga verkætlanini alt fyri eitt, og atfinningarnar koma bæði frá høgru og vinstru. Á høgravonginum mótmæla tey, sum verja frælsið hjá tí einstaka, og á vinstravonginum koma mótmælini frá felagsskapum, sum verja rættindini hjá borgarunum. Felags fyri tey mótmælandi er óttin fyri, at upplýsingarnar verða misnýttar. Og tað hevur ikki gjørt mótmælini færri, at Pentagon alment hevur sagt, at ætlanin er eisini at nýta teldurnar til at finna fólk við at lata sjónvarpstól halda eygað við teimum.
- Tá verður eftirlitið fullkomið, siga tey mótmælandi.
Vitan er vald
Orðini "Vitan er vald" eru rættiliga beinrakin, men tey eru eisini mong, sum síggja ein vanda í hesum sannleikanum, og tað hevur ikki bøtt um umdømið hjá amerikansku verkætlanini, at Pentagon hevur givið henni heitið "Total Information Awareness System", sum vit kunnu samanfata í orðið "alvitan".
Oddamaður fyri verkætlanini er John Poindexter, varaadmiralur, sum var fyri nógvum ákoyringum ta tíðina, hann var ráðgevi hjá Ronald Reagan, forseta. Poindexter hevði ein virknan lut í tí ólógliga amerikanska vápnahandlinum við Iran, hvørs pengar vórðu nýttir til ólógliga fígging til Contras, sum stríddist ímóti sandinistunum í Nicaragua. Aftaná varð hann dømdur seks mánaðar fongsul, men slapp frá at fara inn at sita dómin.
Nú hevur Bush-stjórnin valt at taka við hugskotinum hjá Poindexter, sum hevur útgangsstøði í teirri stóru kunningarmongd, sum vit lata eftir okkum hvønn einasta dag t.v.s. teldupostur, róður á alnótini, gjaldskort, kontoavrit frá bankunum, telefonnýtsla, lækna- og sjúkrahúsfrágreiðingar, vega- og tunnilsbummar og mangt, mangt annað. Harafturat kemur alt tað, sum teir ymsu myndugleikarnir longu vita um okkum so sum koyrikort, pass, vígslubræv og skilnaður, ognarviðurskifti, løgreglumál og so framvegis. Høvuðssetningurin er at savna og samkoyra allar hesar upplýsingar við tí góða endamáli at finna yvirgangsmenn og at forða fyri yvirgangsatsóknum.
Verður roynd nú
Sambært skrivaranum í Pentagon, John Aldridge, fara hesar ovurstóru mongdir av upplýsingum at gera tað møguligt at leita eftir yvirgangsmonnum ella ymsum, sum kann avdúka samband við yvirgang. Aldridge segði fyri nøkrum døgum síðani, at ein partur av skipanini verður longu royndur, og eydnast royndin væl, fáa myndugleikar sum samveldisløgreglan FBI atgongd til skipanina, segði hann.
Fleiri trupulleikar eru tó eftir at loysa. Ein teirra er tann málsligi, og tí verður nú roynt at menna eina tøknifrøði, sum kann týða tey nógvu fremmandu málini, og sum eisini skal týða skjótt. Samstundis verður arbeitt við at menna skipanina, so hon skal verða før fyri at kenna røddina á fólki aftur, hevur hon hoyrt hana einaferð.
Ein annar trupulleiki, sum heldur ikki er loystur enn, er at fáa skipanina at fata, nær samband kann vera millum ymsar gerðir hjá fólki. Samstundis verður arbeitt við at laga skipanina so, at hon eisini kann útgreina samskifti millum ymsar myndugleikar. Tí eisini teir skulu verða undir eftirliti í framtíðini.








