Big Ben verður Elizabeth Tower

Í dag og tríggjar teir næstu dagarnar fara bretar at hátíðarhalda, at Elisabeth drotning hevur sitið á trónuni í 60 ár. Avtalað er, at øll hava frí mánadagin og týsdagin, og á Heathrow-flogvøllinum uttan fyri London vænta tey at avgreiða 800.000 ferðafólk í sambandi við hátíðarhaldið.

Sambært blaðnum Daily Mail hava David Cameron, forsætisráðharri, og 330 aðrir politikarar skrivað undir eitt uppskot um at broyta navnið á tí kenda klokkutorninum Big Ben til Elizabeth Tower fyri at heiðra drotningina á 60 ára krýningardegnum.

Annars hava politikararnir og onnur tosað um Big Ben teir seinastu mánaðirnar. Tornið, sum bleiv bygt miðskeiðis í 19. øld, er farið at hella, tí støðið hevur givið seg, og nú verður kannað, hvat kann gerast fyri at forða fyri, at tornið fer at hella meiri.