Biður Fólkaflokkin loysa trupulleikan við Jørgen

Loysir Fólkaflokkurin ikki trupulleikan, fer løgmaður at gera tað fyri teir

- Eg havi biðið Fólkaflokkin loysa trupulleikan innanfloks.

Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.

 

Sambandsflokkurin hevur havt fund um politisku støðuna í sambandi við Jørgen Niclasen.

Niðurstøðan er, at Fólkaflokkurin hevur fingið boð frá løgmanni um at loysa trupulleikan innanfloks.

 

Hann sigur tað ikki beinleiðis, men tað kann illa skilast øðrvísi enn at hann biðjur Fólkaflokkin finna ein annan landsstýrismann, ella koma við eini endaligari frágreiðing, sum jarðar málið einaferð með alla. Triði møguleikin er sjálvsagt, at Fólkaflokkurin fer úr samgongusamstarvinum. 

Men í eini greining er á in.fo í síðstu viki varð eisini róð framundir, at tað kundi eisini hent, at Fólkaflokkurin reisir misálit á løgmann, og so er hann yvir og farin.

 

Men sjálvur staðfestir Løgmaður, at nú má arbeiðsfriður verða í samgonguni

Tí vónar hann, at hetta er ein boðskapur, hann vónar, at Fólkaflokkurin skilir.

 

Hann sigur eisini, at hann fer at geva Fólkaflokkinum eina viku ella tvær at loysa málið.

Ger flokkurin ikki tað, fer Løgmaður at gera tað fyri teir, sigur hann við Rás2.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Løgmann greiða frá støðuni.