Fótbóltur
Talan er um teir tríggjar, Jann Inga Jacobsen úr B68, Jón Róa Jacobsen úr HB og Inga Højsted úr B36. Teir báðir fyrst nevndu hava verið í Derby, meðan Ingi hevur verið hjá stórfelagnum, Arsenal.
Ikki kann sigast annað, enn at væl hevur gingist hjá teimum trimum, og hóast teir vegna vánaligt veður ikki kundu royna seg í røttum dysti, so hava venjararnir í feløgunum í øllum boðið teimum at koma aftur til venjingar.
Jákup í Stórustovu, leikaraumboðsmaður, sigur við Sosialin, at orsøkin til hetta sjálvsagt fyrst og fremst er hon, at onglendingarnir hava verið væl nøgdir við tað, sum teir higartil hava sæð.
Spurdur um talan nú verður um rættiliga royndarvenjing hjá teimum trimum unglingunum, svarar Jákup í Stórustovu, at tað er kanska at siga dekan ov nógv.
- Sum sagt, so hava onglendingarnir verið nøgdir við tað, sum teir hava sæð higartil, og tí vilja teir fegnir síggja leikararnar eina ferð enn.
Allar helst verður hetta tíðliga í komandi ári, og fyri at leikararnir skulu vera so væl fyri, sum til ber, venja teir tí við fyrsta liðshópunum hjá feløgum sínum í vetur. Hetta hava Jón Rói og Jann Ingi longu gjørt í alt ár, meðan talan er um eina nýggja støðu fyri 15 ára gamla Inga Høgsted.
Jákup leggur í hesum sambandi afturat, at tað ikki bert eru hesi feløg og hesir leikarar, sum tykjast áhugaverd í so máta í løtuni. Eitt nú vísir hann á, at Jann Ingi og Ingi longu hava fingið eina innbjóðing frá PSV Eindhoven, har teir áður hava verið, og uttan at seta nøvn á sigur hann eisini, at í løtuni verður arbeitt við fyrispurningunum upp á aðrar ungar føroyskar leikarar.
Nýggj verkætlan
Hetta var annars seinasti partur av eini verkætlan, sum Jákup fór undir fyri góðum ári síðani.
Tá vórðu fleiri ungir føroyskir leikarar valdir út, og síðani hava hesir verið runt í ymsum europeiskum feløgum og vant. Stuðlar fyri verkætlanini hava verið Føroy Shell, Føroya Sparikassi, Tryggingarfelagið Føroyar og Atlantic Airways.
Hóast henda verkætlan nú er liðug, so merkir tað ikki, at arbeiðið hesum viðvíkjandi er stegða.
Jákup í Stórustovu arbeiðir í løtuni við aðrari ætlan, har ein hópur, mannaður við ungum føroyskum leikarum, skal til Onglands at dystast móti ymsum liðum.
Jákup sigur, at áhugin fyri hesum tykist stórur í Bretlandi, og tí væntar hann ikki, at nakrir trupulleikar verða við at finna hóskandi mótstøðu.
Hvussu og nær hetta verður fyriskipað, verður helst meira at frætta um í næstum.











