Kommunur kunnu nú koma við uppskoti um, hvar tað nýggja fongslið, sum skal byggjast í Føroyum, skal vera
Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.
Hann sigur, at kommunurnar kring landið hava bestu førleikarnar at meta um, hvar í landinum tað kundi verið mest skynsamt at bygt eitt nýtt fongsul.
Uppskotini hjá kommununum mugu lúka krøvini frá danska kriminalforsorgin sett. Eitt krav er, at økið, sum skal brúkast til fongsul, skal vera minst 40.000 til 80.000 fermetrar til víddar.
Løgmálaráðið fer í næstum at skipa fyri einum kunnandi fundi, har tey fara at greiða kommununum frá ætlanini at byggja eitt nýtt fongsul í Føroyum, men freistin hjá kommununum at koma við uppskotum er 1. juni í ár.
Tað var í fjør, at Føroya landsstýri og danska stjórnin skrivaðu undir avtalu um at byggja nýtt fongsul í Føroyum. Ein partur av avtaluni er, at landsstýrið skal koma við uppskotum um, hvar nýggja fongslið skal verða.
Fongslið skal eftir ætlan standa liðugt í 2029 og tað skal koma ístaðin fyri varðhaldið í Mjørkadali. Í varðhaldinum í Mjørkadali sita at kalla bara fólk, sum skulu sita styttri enn 18 mánaðir. Hinir fangarnir mugu niður til Danmarkar at sita.
Við nýggja fongslinum er ætlanin, at so at siga allir føroyingar skulu kunna sita dómin í Føroyum. Hetta kann hava stóran týdning fyri endurmenningina, tí nógv bendir á, at tað hevur ringa ávirkan á føroysku fangarnar at verða sendir til Danmarkar, har teir koma í samband við eitt meira rátt kriminelt umhvørvi.
Harafturat er tað at verða sendur av landinum fyri at sita dómin eitt slag av dupultrevsing, sigur løgmaður.