Bíðitíðin at sleppa til lækna er hálvtannað ár

Men nú verður roynt at bøta um støðuna

Sum støðan er nú, er bíðitíðin hjá sjúklingum við parkinson at sleppa til serlækna, hálvtannað ár.

 

Og tað heldur Durid Johannesen, forkvinna í Parkinsonfelagnum, vera alt ov leingi.

 

Hon sigur, at tey hava verið í samband við Landssjúkrahúsið um støðuna, og har verður roynt at bøta um tað.

 

Ein serlækni í parkinson kemur av sjúkrahúsinum í Bispebjerg í Danmark til Føroya við jøvnum millumbili, og Landssjúkrahúsið hevur upplýst fyri felagnum, at tey samskifta við sjúkrahúsið í Bispebjerg um at fáa serlæknan oftari til Føroya.

 

Í kvøld fer Parkinsonfelagið ananrs undir eina rindferð kring landið at halda kunnandi fundir um súkuna og í hesum sambandi vera fundir í Klaksvík, í Runavík, í Vági og í Havn.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Durid Johannesen greiða frá støðuni hjá sjúklingum í Føroyum við parkinson.