Teir seinastu dagarnar hava skip ligið og bíðað eftir landingartørni, og tað gjørdi, at Christian í Grótinum valdi at fara yvir á Eskifjørðin at landa.
Í gjár landaði íslendska skipið Vilhelm Torsteinsson 1.200 tons, og í dag hevur Atlantsfarið landað 1.200 tons. Tey næstu í røðini eru Slættaberg við 1.400 tonsum og í annaðkvøld Norðborg við 1.000 tonsum. Eftir tað er friðarligt, men tað er ikki vist, at steðgurin verður so langur, tí fleiri skip eru á fiskileið.
Íslendska skipið Huginn spurdi um landing í Fuglafirði, men valdi at fara í Vestmannaoyggjarnar, tí tað bleiv ov leingi at bíða.