– Eg havi biðið umsitingina um eitt samlað yvirlit yvir parkeringsviðurskifitni í Havn, men tað havi eg ikki fingið enn. Tí dugi eg ikki reiðiliga at svara tær.
Tað sigur Jákup Dam úr Tjóðveldi, sum er formaður í teknisku nevnd hjá Tórshavnar kommunu, og sum tí varðar av parkeringsviðurskiftunum í Havn. Vit spurdu hann, hvørja loysn Odmar Danielsen og aðrir borgarar í miðbýnum í Havn við parkeringstrupulleikum kunnu vænta sær frá nýggja býráðnum í Havn.
Les eisini: Íbúgvar mistu rættin at parkera
– Eg skilji, at tað er ein stórur trupulleiki, at tað mangla so nógv parkeringspláss í Havn. Yvirorðnað sæð, so merkir tað, at vit mugu gera fleiri parkeringspláss ella byggja parkeringshús fyri at loysa trupulleikan, sigur hann.
Men júst hvør loysnin verður, vil Jákup Dam bíða við at svara uppá, til hann hevur fingið yvirlitið frá umsitingini.
– Men tað verður heilt skjótt, sigur hann, og lovar tá at koma við einum svari.