Sum væntað hevur Republikanski flokkurin vunnið meiriluta í Umboðsmannatinginum, meðan Demokratarnir hava meirilutan í Senatinum.
Tað vísir ein forsøgn frá Edison Research sambært tíðindastovuni Reuters. Eisini fleiri stórir amerikanski miðlar eru komnir til sama úrslit.
Harvið hevur Republikanski Flokkurin tryggjað sær 218 sessir, sum krevst til ein meiriluta.
Við republikanskum sigri er tvey ár fyri framman við spjaddari Kongress. Demokratarnir hava longu tryggjað sær valdið í hinum kamarinum í Kongressini, Senatinum.
Umboðsmannatingið hevur tilsamans 435 limir.
Um ein lóg skal samtykkjast, skal hon samtykkjast við einum meiriluta í bæði Umboðsmannatinginum og Senatinum og hareftir góðkennast av forsetanum.
Kevin McCarty var í gjár tilnevndur sum uppskot floksins til at gerast formaður í Umboðsmannatinginum. Tað verður gjørt við innanhýsis atkvøðugreiðslu.
Uppteljingini av síðstu atkvøðunum hevur bíðað. Avgerðin kom, tá 27. valdømi í statinum Kalifornia varð liðugt talt.
/ritzau/