Amerikansk forsetin, Joe Biden, vil ikki taka viðmerkingar í seg aftur um, at russiski forsetin, Vladimir Putin, ikki kann vera sitandi við valdinum í Russlandi.
Forsetin sipaði til russisku krígsførsluna í Ukraina, tá hann um dagarnar var á vitjan í Póllandi. Undir vitjanini kallaði Joe Biden eisini russiska forsetan fyri "slaktara".
Men, Joe Biden vil ikki taka hesar viðmerkingar í seg aftur. Tað gjørdi hann sambært tíðindastovunum, AFP og Reuters, gjørt greitt á tíðindafundi í dag.
Úttalilsini hjá amerikanska forsetanum vaktu ans, men sjálvur sigur hann, at hetta vóru hansara persónligu viðmerkingar - og ikki almenni politikkurin hjá USA.
Joe Biden er ikki órógvaður av tí, hann hevur sagt, og hann heldur ikki, at hansara viðmerkingar fara at ávirka Vladimir Putin.
- Hetta er ein maður, sum gongur eftir ljóðinum av egnum trummum. Tí fer tað onga ávirkan av hava, at eg kallaði hann tað, hann er, segði amerikanski forsetin í dag.
##med2##