Joe Biden stendur til at vinna undanvalið hjá Demokratunum í statinum Alaska. Tað skriva fleiri amerikanskir miðlar, eitt nú NBC News og tíðindastovan AP í nátt okkara tíð
Fyrrverandi varaforsetin vinnur harvið á Bernie Sanders í statinum í stríðnum um at gerast forsetavalevni hjá Demokratunum. Valevnið skal stríðast ímóti Donald Trump á forsetavalinum, sum verður í november.
Biden fær sambært AP 55,3 proent av atkvøðunum. Sanders fær 44,7 prosent. Úrslitið av tí er sambært tíðindastovuni ávikavist níggju umboð til Biden og átta til Sanders.
Sanders gavst í vikuni í stríðnum um at gerast forsetavalevni eftir at vera komin væl afturúr í tali av umboðunum.
Men hann hevur sambært AP latið navnið staðið á atkvøðuseðlinum í teimum statum, sum enn ikki eru avgreiddir.
Tað hevur hann gjørt fyri at fáa ávirkan á floksins politikk.
Undanvalið í Alaska er tað fyrsta, síðani Sanders gavst.
Tað var upprunaliga sett at vera 4. apríl, men varð útsett vegna koronavirus til 10. apríl. Tað er bara atkvøtt við brævatkvøðum.
Biden skal formliga tilnevnast sum floksins valevni á floksfundi hjá Demokratunum seinni í ár.
Eins og flestu amerikanarar er 77 ára gamli fyrrverandi varaforsetin biðin um at halda seg heima vegna koronavirusfarsóttina. Tað skrivar AFP.
Tí hevur hann fyri tað mesta gjørt vart við, at hann de facto er floksins valevni við tíðindaskrivum og viðmerkingum, sum eru upptiknar heima í kjallaranum.
Biden hevur heitt á stuðlar hjá Sanders, ið sum heild eru meira vinstrasinnaðir, um eisini at stuðla sær.
Næstan øll hini, sum royndu at gerast valevni, stuðla nú Biden sum floksins valevni. Tað snýr seg millum annað um Kamala Harris, Amy Klobuchar og fyrrverandi borgarstjóran Pete Buttigieg úr Indiana.
/ritzau/











