Amerikanarar bíða í spenningini eftir, hvønn 77 ára gamli Joe Biden hesa vikuna fer at kjósa sær til varaforsetavalevni.
Demokratiska valevnið hevur latið skilt, at hann er um at koma á mál við varaforsetavalevninum, og nógv vænta, at hann fer at peika á eina svarta kvinnu í eini tíð, sum er merkt at stórum mótmælim ímóti rasismu og løgregluharðskapi. Tað skrivar Reuters.