Amerikanski varaforsetin, Joe Biden, útilokar ikki, at hann fer at royna at gerast valevni hjá demokratiska flokkinum á forsetavalinum í 2016.
Samstundis ger hann greitt, at hann ætlar sær ikki at bjóða verandi forsetanum, Barack Obama, av til valið næsta ár. Joe Biden, sum fylti 69 í síðstu viku, sigur, at Obama hevur hansara fulla stuðul til valið næsta ár.
-Hvat hendir seinni, veit eingin, legði hann brosandi afturat.
Joe Biden gjørdi eina roynd at gerast forsetavalevni hjá demokratunum í 2008, men gavst skjótt. Seinni gjørdi Barck Obama av at tilnevna hann sítt varaforsetaevni. Ein orsøk til tað var, at Biden hevur drúgvar royndir í uttanríkispolitikki, og tað hevði Obama ikki tá.