Biden lovar at verja Ísrael móti øllum hóttanum frá Iran

Biden og Harris hava tosað í telefon við Netanyahu um, hvussu USA kann stuðla Ísrael móti "hóttanum".

Meðan Ísrael hevur verið í kríggi í Gaza síðani 7. oktober, er spenningurin aðrastaðni í økinum í seinastuni øktur nógv. Hægsti leiðari í Iran hevur tosað um eina "harða hevnd" móti Ísrael. (Savnsmynd). - Mynd: Nathan Howard/Reuters

Forsetin í USA, Joe Biden, tosaði í dag í telefon við forsætisráðharran í Ísrael, Benjamin Netanyahu.

Teir báðir tosaðu um møguleikan at senda meira amerikanskan hernaðarligan stuðul til Ísrael.

Tað stendur í fráboðan frá Hvítu Húsunum.

Tað fer at hava sum endamál at stuðla verjuna hjá Ísrael móti "hóttanum" frá Iran.

- Forsetin staðfesti aftur sína raðfesting av trygdini hjá Ísrael móti øllum hóttanum frá Iran, eitt nú yvirgangsfelagsskapum sum Hamas, Hizbollah og Houthis, stendur í fráboðanini.

Bæði Hamas, Hizbollah og Houthi-rørslan í Jemen eru stuðlað av Iran.

Ítøkiligu hóttanirnar, sum Ísrael skal vera vart ímóti, eru ballistiskar rakettir og dronur, sigur Biden. Tað er tó ikki greitt, júst hvat Biden umhugsar at senda til Ísraels.

Meðan Ísrael hevur verið í kríggi í Gaza síðani 7. oktober, er spenningurin eisini vaksin aðrastaðni í økinum.

Týsdagin varð høvuðsleiðarin hjá Hizbollah, Fuad Shukr, dripin í einum ísraelskum álopi á suðurpartin av Beirut.

Mikunáttina varð Ismail Haniyeh, leiðari fyri islamska palestinska felagsskapin Hamas, dripin av einum rakettálop í norðara parti av Teheran, høvuðsstaðnum í Iran.

Ísrael hevur fullkomiliga noktað at gera viðmerkingar til drápið á Haniyeh, men eygleiðarar eru í høvuðsheitum samdir um, at Ísrael stóð aftan fyri drápið.

Millum annað hava tey bæði drápini fingið ovasta leiðaran í Iran, Ali Khamenei, at tosa um eina ”harða hevnd” móti Ísrael.

Kamala Harris, varaforseti, var eisini til staðar undir samrøðuni.

- Saman við hesi skyldu at verja Ísrael legði forsetin dent á týdningin av framhaldandi átøkum at minka um spenningin í økinum, stendur í fráboðanini.

Í síðstu viku segði ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, at skjótari hernaðarlig hjálp frá USA fór at hjálpa Ísrael at enda kríggið í Gaza.

 

/ritzau/

 

Meðan Ísrael hevur verið í kríggi í Gaza síðani 7. oktober, er spenningurin aðrastaðni í økinum í seinastuni øktur nógv. Hægsti leiðari í Iran hevur tosað um eina "harða hevnd" móti Ísrael. (Savnsmynd). - Mynd: Nathan Howard/Reuters