Biden er komin til Ísraels í dag

- Eg eri karvandi óður um spreingingina, sum rakti sjúkrahúsið í Gaza, segði amerikanski forsetin seint í gjárkvøldið.

Í morgun kom amerikanski forsetin, Joe Biden, til Ísraels, har flogfarið hjá forsetanum lendi í Tel Aviv fyrrapartin.

 

Vitjanin hjá forsetanum er dagin eftir, at eitt sjúkrahús í Gaza varð álopið, og fleiri hundrað sivilfólk lótu lív.

 

Ísrael sigur, at tað var ein rakett hjá islamiskum heilagum kríggi, sum fór av kós.

 

Bólkar í Gaza siga, at hetta var eitt ísraelskt álop.

 

Ætlanin við ferðini hjá Joe Biden var at vísa Ísrael stuðul, eftir ógvusliga rakettálopið hjá Hamas á Ísrael hin 7. oktober.

 

Amerikanski forsetin hevur sagt, at hann fer at seta ísraelska forsætisráðharranum, Benjamin Netanyahu, eina røð av spurningum.

 

Spurningarnir fara at snúgva seg um tað, sum hendi í Gaza í gjár, tá al-Ahli-sjúkrahúsið varð rakt. 

 

- Eg eri karvandi óður um spreingingina, sum rakti sjúkrahúsið í Gaza, segði amerikanski forsetin seint í gjárkvøldið.