Fegnast um turkiska svarið um svenskan limaskap

- Eg eri til reiðar at samstarva við Erdogan, forseta og Turkaland um at betra um turkisku verjuna, sigur amerikanski forsetin,Joe Biden.

Amerikanski forsetin, Joe Biden, er fegin um, at turkiski forsetin í dag hevur sagt, at turkiska tjóðartingið í næstum fer at góðkenna Svøríki sum limaland í Nato. 

 

Hann takkar eisini Nato-aðalskrivaranum, Jens Stoltenberg, fyri góða leiðslu í hesum trupla máli, sum tað hevur verið at fáa Turkaland at góðkenna Svøríki.

- Eg ynski úttalilsunum úr Turkalandi, Svøríki og frá Nato-aðalskrivaranum vælkomnum, og eg fegnist um, at turkiski forsetin vil leggja málið fyri turkiska tjóðartingið til skjóta góðkenning.

 

Tað sigur Joe Biden úr Hvítu Húsunum í kvøld.

 

- Eg eri til reiðar at samstarva við Erdogan, forseta og Turkaland um at betra um turkisku verjuna, og eg gleði meg til at ynskja Kristersson, forsætisráðharra í Svøríki, vælkomnum sum Nato-land nummar 32.

 

##med2##

 

Amerikanski forsetin endurtók, at Jens Stoltenberg hevur gjørt eitt gott arbeiði til tess at fáa Turkaland at góðtaka Svøríki sum nýtt Nato-limaland.

 

Tað er norska Dagbladet, sum ber hesi tíðindi í kvøld.