Amerikanski forsetin, Joe Biden, sigur sambært Reuters í dag, at USA fer ikki at senda langtberandi raketskipanir til Ukraina, sum kunnu røkka Russlandi.
Hetta gjørdi hann greitt, tá hann hitti tíðindafólk seinnapartin í dag.
Tað er CNN, sum hevur skrivað, at Biden-umsitingin fyrireikar seg til at senda fleiri vápn til krígsherjaða landið, og her ímillum skuldu sambært tíðindastovuni vera langtberandi rakettir, sum kunnu røkka russiskum øki.
Ukraina hevur eitt nú biðið um at fingið raketskipanina, sum verður rópt HIMARS, tá hetta er ein skipan, sum er løtt at brúka.
Ukrainski uttanríkisráðharrin, Dmytro Kuleba, hevur eisini sagt, at størsti tørvurin hjá Ukraina í løtuni er raketskipanin, Multiple Launch Rocket System (MLRS), sum sambært tíðindastovuni NTB kann skjóta rakettir móti málum, sum eru 30 kilometrar burturi.
Júst hvørja skipan Joe Biden hevur sipað til, sum USA ikki fer at lata Ukraina, kom ikki fram í úttalilsunum hjá forsetanum í dag.
Tað eru fleiri, sum stúra fyri, at møguligar veitingar av langberandi rakettum til Ukraina høvdu verið sæddar sum ein provokatión móti Russlandi, sum tá kundi svarað aftur við líknandi vápnum - ella onkrum, sum verri er.
Fyrrverandi russiski forsetin, Dmitrij Medvedev, sigur, at avgerðin hjá Joe Biden er skilagóð.