Biddarin

   

Zakarias Wang
?????????????
Føroyskar politikarar kunnu samanberast við ein hálvvaksnan kúll, sum á ungum árum er komin til fremmand og hevur arbeitt og stríðst fyri tey. Tá hann hevur fingið sítt egna og hevur so stórar inntøkur, at hann kann fáa sær hús og heim og arbeiði, fer hann biddandi til tey fólk hann hevur verið hjá, og vil hava, at tey skulu geva sær álmussu afturat tí inntøku hann fær í húsið við egnum arbeiði.
Fyrrverandi húsbóndafólk hansara geva kúllinum álmussu fyri friðs skyld, men tað er greitt, at tað ikki er hann, men tey, sum gera av, hvussu stór ið álmussan skal vera.