Bíðað í sjey ár eftir Fíggjarmálaráðnum

Løgtingsgrannskoðarin hevur í sjey ár bíðað eftir reglum um matstovuvirksemi hjá tí almenna

Løgtingsgrannskoðarin hevur í sjey ár bíðað eftir reglum um matstovuvirksemi hjá tí almenna.

 

Tað órógvar løgtingsgrannskoðaran, at almennir stovnar rinda rakstur av matstovum til egin starvsfólk. Tað hevur løgtingsgrannskoðarin umrøtt fleiri ferðir í seinastu frágreiðingunum – eisini hesaferð.

 

Løgmansskrivstovan er samd við Landsgrannskoðanini í, at rættast hevði verið at fingið dagførdar reglur um hetta virksemi, og hevur í 2011 og 2012 heitt á Fíggjarmálaráðið, sum umsitur økið, um at gera reglur um matstovuvirksemið hjá tí almenna. Enn eru ongar reglur um matstovuvirksemi komnar frá Fíggjarmálaráðnum.

 

Landsgrannskoðanin heldur tað ikki vera nøktandi, at Fíggjarmálaráðið, sjey ár eftir at málið er reist, enn ikki hevur gjørt nakrar reglur.