- Eg veit væl, at tað eru ikki so nógv, sum velja at liva, soleiðis sum vit gera, men fyri okkum er hesin lívsstílurin rættur.
Tað sigur 21 ára gamla Jónhild L. Magnussen úr Miðvági, sum er trúlovað Tóri Olsen, ið er hoyvíkingur men býr í Sørvági. Tey bæði blivu trúlovað í desember mánaði, eftir at hava verið saman sum par í eitt ár. Tann 19. apríl skulu tey giftast í Miðvágs kirkju.
Tað, sum ger Jónhild , ið er útlærd klædnaatstøðingur, og Tór, ið lærir til grannskoðara, eitt sindur annarleiðis enn onnur ung pør, er, at tey eru jomfrýr og ætla at vera tað, til giftiringarnir eru komnir á.
- Trúgvin fyllir nógv og er ein natúrligur partur av okkara gerandisdegi. Sambært Bíbliuni hoyrir kynsligt samband heima í hjúnarbandi, og tí er tað ein sjálvfylgja fyri okkum, at vit goyma okkum til hvønn annan, inntil vit eru gift, sigur Tórur.
Longu frá fyrsta degi sum par, hava Jónhild og Tórur havt nakrar greiðar reglur, sum tey halda seg til.
- Vit sova ikki saman og hava ikki sex. Hasi bæði tingini hava ongantíð verið ein spurningur ella nakað, vit hava kjakast um yvirhøvur. Tá vit hava ferðast saman, sum vit hava gjørt nakrar ferðir, hava vit sovið í hvør sínum húsi, og í onkrum føri hevur tað verið í hvør sínum kamari, fortelur Jónhild.
Onkuntíð kunnu tey tó kenna seg freistað.
- Ja, vit hava verið í støðum, har vit hava verið freistað, men so er tað, eg plagi at siga ”nei, nú er songartíð”, og so koyri eg heim til Sørvágs, sigur Tórur.
Les alla samrøðuna við Jónhild og Tór í Sosialinum hetta vikuskiftið ella trýst her