Tað var á heystið í 2010, at stóra fiskavirkissamtakið fór av knóranum. Eyðfinnur Jacobsen varð settur bústjóri, og hann hevur tí ábyrgdina av at tryggja krøvini hjá ognarum felagsins best gjørligt.
Fremst í bíðirøðini standa sokallaðu priviligeraðu krøvini, eitt nú lønir. Hesi fáa framíhjárætt, og ikki fyrr enn hesi eru goldin, verður tað, ið eftir er, býtt millum vanligar kreditorar.
Tað er nakað av tíð síðani, at tað stóð greitt, at nóg mikið var av peningi til priviligeraðu krøvini, men enn er einki av hesum goldið út. Og tað eru fyrrverandi starvsfólkini alt annað enn nøgd um.
- Bara fáar mánaðir eftir húsagangin í desember 2010 var tað greitt, at nógvir pengar vóru í trotabúnum og meira enn nóg mikið til at dekka bæði lønar- og rentukrøv. Tí er tað óskiljandi fyri meg, at tað nú eru gingin trý og eitt hálvt ár, uttan at eitt oyra er gingið út, sigur Hans Blaasvær, sum var KT-leiðari hjá fyritøkuni, við Sosialin, sum er á gøtuni í dag.
Eisini eru onnur starvsfólk, sum geva ilt av sær, men bústjórin staðfestir, at hann hevur ávísar reglur at fylgja.
- Vit hava konkurslógina at halda okkum til og skulu rinda út eftir ávísum leisti. Her hava vit so rent okkum í tann trupulleika, at har eru seks lønarkrøv, sum vit ikki enn kenna endaligu støddina á. Men tað eru kravánaranir sjálvir sjálvir ella teirra umboð, ið hava fingið hetta í drag og ikki vit, sigur Eyðfinnur Jacobsen við Sosialin.
Meira um evnið kann lesast í Sosialinum fyri dag. Blaðið kann eisini keypast talgilt HER.