Javni og føroyski Down Syndrom bólkurin skipa í ár fyri einum almennum og ókeypis tiltaki niðri í Reinsarínum í Havn í samband við altjóða Down Syndrom dagin.
Á tiltakinum fer Eydna Skaale fer at hugleiða og BUBU kemur á vitjan, umframt at sangur, drekka og annað verður á skránni.
Fyrireikararnir vóna, at av tí at dagurin liggur í páskafrítíðini hjá skúlunum, so verða tað fleiri barnafamiljur, ið brúka høvi at leggja sær leiðina framvið Reinsaríið.
Síðstu árini eru tað alsamt fleiri, ið eru farin at lita neglirnar við bláum neglalakki á hesum degi, og er tað nakað, ið feløgini handan dagin vóna, at fleiri fólk gera í ár.
- Vit vilja við bláa neglalakkinum undirstrikað, at fólk við Down Syndromi, eins og øll onnur, eiga rætt til lívið. Og tí fara vit eisini at heita á øll fólk um at smyrja neglirnar við neglalakki sum er blátt, skriva feløgini í áheitan til fólk.
Tiltakið á Reinsarínum er ókeypis, og verður mánadagin 21. mars millum kl. 14 og 17.