– Munnligar váttanir eru góðar, men tað ræður um at fáa hetta váttað skrivliga sum skjótast, so tað skal bera til at arbeiða konkret, tá vit tosa um Russland.
Tað sigur Pól Huus Sólstein, stjóri í North Pelagic og limur í føroyska útflutningsráðnum, nú russar munnliga hava váttað, at Føroyar ikki eru umfevndar av russiska handilsstongslinum ímóti matvørum úr vesturheiminum.
Bíðað verður tí eftir eini skrivligari váttan, tí signalini úr Russlandi hava higartil verið so ymisk og ógreið, at vinnan fær illa lagt sítt arbeiði til rættis bara eftir eini munnligari váttan.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu við Pól Huus Sólstein, stjóra í North Pelagic.