Hvítusunnudag hevur Føroyska Bíbliufelagið talvudag í kirkjunum kring landið.
- Felagið arbeiðir við fleiri stórum verkætlanum. Millum hesar eru tvær nýggjar týðingar av Nýggja Testamenti. Hans Jacob Joensen er í løtuni í ferð við at umseta Bíbliuna av nýggjum. Týðingin av Nýggja Testamenti er liðug og er nú til rættlestur.
Tað veit Føroyska Bíbliufelagið at siga í kvøld.
- Danska Bíbliufelagið hevur givið út nýggja týðing av Nýggja Testamenti, "Den Nye Aftale". Týðingin, ið serliga er ætlað teimum ungu og bíbliufremmandu, hevur fingið sera góða undirtøku í Danmark. Føroyska Bíbliufelagið hevur sett sær fyri at umseta hesa bók til føroyskt, og Heri Tróndheim hevur játtað at umseta.
Føroyska Bíbliufelagið hevur eisini stuðlað børnum á einum Barnaheimi í India við at geva teimum bíbliur og barnabíbliur. Harumframt verður arbeitt við at fáa sjálvstøðugan limaskap í Sameindu Bíbliufelagnum - UBS - saman við umleið 146 øðrum limalondum.
- Endamálið hjá felagnum er annars at skipa fyri at týða Bíbliuna og partar av henni, at endurskoða verandi bíbliuútgávur og at geva út bíbilsku skriftirnar í øðrum útgávum enn teimum lóggildu.
Føroyska Bíbliufelagið arbeiðir haraftrat fyri at fremja bíbliunýtslu, bíbliulesna og bíbliukunnleika, eins og felagið stuðlar altjóða bíbliuarbeiði.
- Arbeiðið hjá bíbliufelagnum er fíggjað við limagjaldi og gávum. Tí er talvudagurin ein góður fíggjarligur stuðul til virksemið felagsins, sigur Føroyska Bíbliufelagið.
Frálíku myndina av Húsavíkar kirkju, sum er bygd í 1863, hevur Heri Sverrason tikið.