Bibi og Vígdis í Smiðjuni

Í dag lata systrarnar Brynhild (Bibi) Sigmundardóttir og Vígdis Sigmundardóttir Højgaard upp framsýning í Smiðjuni í Lítluvík.

Frá í dag og til og við sunnudagin, eru tað systrarnar Bibi og Vígdis, ið sýna fram myndir í Smiðjuni í Lítluvík.

Bibi var fyrstu ferð við á framsýnig, tá hon og pápin, Sigmund Petersen, sáli, sýndu fram í 1955. Síðani hevur hon verið á mongum sýningum kring landið, t.d. ólavsøkuframsýningum í umleið 40 ár og Lions í umleið 20 ár. Bibi sigur sjálv, at hon hevur livað av at málað í mong ár og kundi ikki hugsað sær at gjørt annað. Stílurin er naturalistiskur og íblásturin kemur úr føroysku náttúruni og hon heldur ikki, at ein málningur nakrantíð kann líkna ov nógv. Málningar hennara eru seldir bæði í Føroyum og kring knøttin. T.d. í USA, Japan, Australia, New Zeelandi, Bretlandi, Íslandi og Danmark. Eisini ferðafólk, ið vitja hendaveg, keypa málningar hennara.

Vígdis hevur fleiri ferðir sýnt fram áður, einsamøll og saman við øðrum. Men hetta er fyrstu ferð, at systrarnar báðar sýna fram saman í Smiðjuni í Lítluvík.

Framsýningin er opin hvønn dag frá klokkan 14 til 16.