Í Hvalba eru tey so smátt farin at endurbyggja havnarlagið, sum fekk stóran skaða í ódnarveðrinum um mánaðarskiftið februar, mars í ár.
Í hesum sambandið skal Articon núr stoypa undir dekkinum, har tað er farið. Men annars verður tað stóra arbeiðið at umvæla grótkastið aftur, har ein stórur partur var skolaður í havið.
Ein kostnaðarmeting er ikki gjørd, men ein fyribils meting sigur, at tað kostar einar 20 milliónir.
Fyri einum tíggju árum síðani fór grótkastið eisini illa í ódnarveðrið og tá kostaði tað eisini einar 10 milliónir at gera aftur og tað var eitt fíggjarligt haft um beinið á kommununi í fleiri ár.
Men nú eru aldusimuleringar gjørdar, og tey hava funnið fram til, hvussu grótkastið kann fáast at standa ímóti ódnarveðri, sum hesum fyri at sleppa undan regluligum útreiðslum í milliónaklassanum til umvælingar.
Janus Thomsen, borgarstjóri, hevur alla tíðina sagt, at kommunan klárar ikki at rinda fyri skaðan einsamøll.
Tí fer hann nú at biðja um fund við Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum, við tí fyri eyga at fáa stuðul úr landskassanum til arbeiðið.
Eydnast tað ikki, verður neyðugt at leggja nógvar aðrar ætlanir á hillina fyribils.
Hvalbiar kommuna fær einar 27 milliónir inn í skatti um árið, og í løtuni skildar kommunan umleið 60 prosent av eini álíkning.
Kommunur hava í mesta lagi loyvi til at skylda tað, sum svarar til eina álíkning, men skal kommunan bera allar útreiðslurnar, talan er um her, verður undir øllum umstøðum neyðugt at fara upp um eina álíkning í skuld í eitt tíðarskeið.
Men harafturat verður tað neyðugt at útseta fleiri aðrar ætlanir, eitt nú um at asfaltera vegir, sum er harðliga tiltrongt.