Biðja bilførarar ansa serliga væl eftir skúlabørnum

Ráðið fyri Ferðslutrygd hevur góð ráð til foreldur, nú skúlarnir byrja aftur

Mánadagin byrja skúlarnir aftur kring landið, og í hesum sambandi heita bæði kommunur og Ráðið fyri Ferðslutrygd á bilførarar um at ansa serliga væl eftir.

Serliga er hetta galdandi fyri tey umleið 700 børnini, sum fara í skúla fyri fyrstu ferð mánadagin, tí tey eru smá og fleiri av teimum eru ikki von við teir nógvu bilarnar.

Tað krevur, at  bilførarar seta ferðina niður, og at teir yvirhøvur ansa væl eftir, sigur Lovisa Petersen Glerfoss frá Ferðslutrygd í eini áheitan í dag.

Aftur í ár samstarva kommunur og Ráðið fyri Ferðslutrygd um átakið og í hesum sambandi eru  skelti hongd upp við skúlarnar við eini áheitan á bilførarar um at vísa ansni.

Hesa ferð eru 13 kommunur við í tiltakinum, og tær eru: Kvívík, Fuglafjørður , Tórshavn, Klaksvík, Runavík, Eiði, Vestmanna, Vágur, Tvøroyri og Hvalba, umframt Sjóvar kommuna, Vága kommuna og Eysturkommuna.

Men tað er ikki nokk við skeltum og tí heitir Ráðið fyri ferðslutrygd eisini á foreldur um at fara út í ferðsluna við børnum at venja tey við teir nógvu bilarnar.

– Tað krevur venjing og royndir at gera børnini trygg í ferðsluni, og at læra tey, hvørjum tey skulu ansa eftir á vegunum, sigu Ráðið fyri Ferðslutrygd.

– Barnið lærir ikki um ferðslutrygd av baksetrinum í bilinum, ella við at hyggja í eina bók. Tí mæla vit til, at foreldur fara út í ferðsluna saman við barninum. Tess meira foreldur og børn venja í ferðsluni, tess raskari verður barnið at ferðast sjálvt, greiðir Lovisa Petersen Glerfoss frá Ferðslutrygd frá.

Samstundis fáa allir næmingar í 1. flokki ein súkkluhjálm og faldara við góðum ráðum um, hvussu tey kunnu vera trygg í ferðsluni, og í heyst fáa tey yngstu eisini vest við endurskini.

· Tað er tíbetur sjáldan, at børn verða yvirkoyrd, og ein orsøk til tað er, at  er at foreldur duga væl at ansa eftir teimum, og hesum skulu vit halda fast í, sigur Lovisa Petersen Glerfoss.