Japanska stjórnin bað í gjár kanadiska fólkið um umbering fyri ta viðferð, sum kanadiskir hermenn fingu í japonskum fangalegum undir seinna heimsbardaga. Talan er um hermenn, sum japanar tóku, tá teir hersettu Hongkong jóladag í 1941.
Bardagin um Hongkong vardi 17 dagar og endaði við, at teir næstan 2.000 hermenninir, sum framvegis vardu býin, góvust við mótstøðuni. 290 kanadiskir hermenn fullu í bardaganum, og 493 vórðu særdir. Teir, sum framvegis vóru á lívi, endaðu í fangalegum hjá japanska herinum. Tað var ikki tann besta viðferðin, teir fingu har, og 267 av fangunum doyðu, áðrenn heimsbardagin endaði í 1945.
Tað var japanski varauttanríkisráðharrin, Toshiyuki Kato, sum handaði kanadiska ráðharranum Steven Blaney umberingina frá japonsku stjórnini.