Løgreglan í Íslandi hevur nú biðið altjóða løgreglusamstarvið Interpol um hjálp til at finna tríggjar póllendingar, sum eru undir illgruna fyri at hava verið við í vápnaðum ráni hjá ursmiðinum Frank Michelsen í Reykjavík fyri fjúrtan døgum síðani.
Talan er um tann 34 ára gamla Grzegorz Marcin Novak, tann 36 ára gamla Pawel Jerzy Podburaczynski og tann 33 ára gamla Pawel Artur Tyminski.
Íslendska løgreglan er sannførd um, at menninir komu til Íslands við tí fyri eyga at ræna handilin, og at tríggir teirra fóru til Danmarkar beint aftaná. Ein fjórði maður, sum var saman við teimum trimu, er tikin í Íslandi.