Tubbakssøla
Nógvir handlar og nógvar kioskir bróta lógina um sølu av tubbakki.
Tað staðfestir Almanna- og heilsumálaráðið.
Ráðið hevur tískil biðið fútan ansa eftir, at lógin verður hildin.
Tað, sum Ráðið serliga hugsar um, er at tað stendur í lógini sum sigur, at tubbaksvørur mugu ikki liggja á sølufremjandi støðum í handlum og kioskum.
- Hóast hetta stendur í lógini, eru tað í nógvum handlum og nógvum kioskum, at tubbak liggur á serstakliga sølufremjandi støðum, eitt nú beint við kassan, staðfestir Almanna- og heilsumálaráðið.
Ráðið hevur tí heitt á fútan um at fáa hesi viðurskifti í rættlag, so at lógin verður hildin.
Tá ið Løgtingið hevði orðaskiftið um fólkaheilsuætlanina, vóru tað somuleiðis tingmenn ið nevndu, at kioskir og handlar eisini selja sigarettir í leysum.
Tað er heldur ikki loyvt!
Senda kanska eina áminning
Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almanna-og heilsumálaráðnum, sigur, at hetta er eisini eitt mál, sum ráðið fer at taka upp.
Hvussu farið verður fram hereftir, fer nú verða umrøtt í ráðnum.
Hann heldur, at ein gongd leið kundi verið at sent kioskum og handlum eitt skriv og mint tey á ásetingarnar í tubbakslógini.
Eitt nú heldur hann, at tað kundi verið ein máti at mint handlar og kioskir á, at tubbak skal ikki liggja á sølufremjandi støðum, at tað er ikki loyvt at selja í leysum og at tað er ikki loyvt at selja til ungdómar undir 18 ár.
Tað er heldur ikki loyvt at selja tubbak í automatum, tí so kunnu ungdómar undir 18 ár keypa sigarettir haðani.
Landsstýrismaðurin sigur, at upprunaliga hevði Landsstýrið sett í lógina, at tubbaksvørur skuldu ikki liggja á sjónligum staði í sølubúðunum.
Men trivnaðarnevndin hjá Løgtinginum linkaði hesa áseting og setti í lógina, at tað skuldi ikki liggja á sølufremjandi staði og tað samtykti Løgtingið.
Hans Pauli Strøm ásannar, at hetta ger lógina torførari at umsita, tí tað kann altíð vera eitt ivamál um, hvat eitt sølufremjandi stað er.
Men hann heldur kortini, at ongin ivi er um, at tað er ólógligt at hava tubbaksvørur við kassan, beint fyri eygunum á viðskiftafólkinum.
Í øllum førum er hetta nú eitt mál, sum Almanna-og heilsumálaráðið fer at taka upp fyri at fáa hesi viðurskifti í rættlag.