Kommunulæknafelagið heitir á fólk um at endurnýggja sínar reseptir, tí vandi er fyri, at kommunulæknar kunnu fara í verkfall eftir 1. mai.
Marjus Dam, sum er formaður í Kommunulæknafelagnum, sigur við Kringvarpið, at felagið vil gera sjúklingar varugar við støðuna, so teir kunnu fyrireika seg til møguligan arbeiðssteðg.
– Vandi er fyri, at vit hava ongan sáttmála 1. mai. Vit eru í samráðingum, og vit eru ikki komnir á mál, og vit halda, at tað er rætt, at vit siga við sjúklingarnar, at teir eiga at fylla depotini hjá sær upp, so man ikki hevur trupulleikar tann 1. mai, sigur hann við Kringvarpið.
Kommunulæknafelagið boðaði í februar frá, at felagið hevði sagt sáttmálan við Heilustrygd og Heilsumálaráðið upp. Marjus Dam sigur við Kringvarpið, at gongd er í samráðingum, men tær eru ikki komnar á mál enn.